- Hetta man verða ein tann toppasmalasta avgerðin, sum er samtykt á Føroya løgtingi. At skerja 10% og 20% av døgunum hjá fiskiførum, ið frammanundan tørva dagar - og kalla hetta luft - er púrasta óhoyrt.
Tað sigur Óli M. Lassen, reiðari í Klaksvík.
Hann leggur aftrat, at bátar hava júst nú keypt dagar fyri nógvar 100.000 krónur, og soleiðis eru stórar upphæddir mistar.
- Samstundis er staðfest, at veiðan við Føroyar (brúktir fiskidagar) er søguliga lítil. Ætlanin er aftur at skerja komandi árini, og umboð fyri vinnuna standa púrasta óskiljandi, sigur reiðarin í Klaksvík, Óli M. Lassen.









