Ein tom Várframsýning við áhugaverdum verkum

Ljós, luftig og heldur tom uppliving av deja vu. Kinna Poulsen ummælir Várframsýningina.

Kinna Poulsen ummælir á listaportal.com Várframsýningina.

 

 

Tann 29. Várframsýningin er við fáum undantøkum ein ljós, luftig og heldur tom uppliving av deja vu, skrivar listaportal.com.

 

 

Stranga úrveljingin hevur við sær, at framsýningin hevur eitt reint og ruddiligt yvirbrá uttan serliga nógva kitsch og tað er gott, tá vit nú eru stødd í Listaskálanum og á eini Várframsýning, sum skuldi verið framsýningar-pallurin hjá yrkislistafólkunum. Tað er hon ikki og ein so mikið reduktiv uppheinging, sum úrveljingarnevndin hevur framt, krevur eina ávísa nøgd av ordiligari dygdarlist. Har eru nøkur tílík verk á framsýningini, men tey eru heldur fá. Spurningurin er um ikki Várframsýningin átti at broytt format til biennalu, so at framsýningin annað hvørt ár gav okkum eina sannførandi mynd av hvat rør seg millum yrkislistafólkini, skrivar Kinna Poulsen millum annað.

 

 

Alt ummælið sæst her: http://www.listaportal.com/tidindi/2018/4/6/ae7ll4aww0j7n3lro07775dgonsv3m