Eg skal ikki halda nakra langa røðu
ei heldur nakra søgu.
Bert eina lítla kvøðu.
Til fimmti ára barnið, sum hvørki er av jarni
ella bummulsgarni.
Okkara stóra og góða skald
Janus Djurhuus, yrkir einastaðni:
Kanska um hundrað ár,
fellur ein ungmoy tár.
Vit kunnu kanska loyva okkum at
broyta hetta til Tobbasa fyrimun:
Kanska um hundrað ár, upprennur okkara
fullveldisvár og burtur er øll sambandsfár.
Torbjørn! Vøgga tín stóð í Ærøskøbing
stutt frá Marstal og tó bleiv tú
skrivaður í føroyskt mantal.
Fyri mær hevur tú altíð staðið
sum ein ordans kal, ja devilin gal.
Hjartaliga tillukku við tínum stóra degi.
Vit vóna at tú mást liva
minst fimmti ár víðari,
nú føroyar gerast meira fríari.