Ein tjaldtúrur við Toftavatn

- Toftavatn er sera vakurt. Hetta er eitt gott stað, sigur klaksvíkingurin Karstin Justesen

Eitt av vøkru støðunum kring landið er Toftavatn.

Um summarið leita fólk sær higar í hópatali at njóta ta framúr vøkru náttúruna og fuglalívið, sum finst her.

Hetta sama gjørdu tveir ungir mans úr Norðoyggjum og tveir ungar kvinnur úr økinum fyrr í vikuni. Hví ikki tveita pjøkarnar saman og fara við tjaldi til hetta vakra staðið?!

Týsmorgunin komu vit framvið Toftavatni. Tá vóru tær báðar úti og róðu við gummibátinum, meðan teir báðir sótu á sandinum og hugnaðu sær.

- Vit eru bara farin ein túr fyri at hugna okkum, sigur Karstin við Sosialin.


Gloymdu morgunmatin

Hesi fýra ungfólkini vóru komin higar kvøldið fyri við bili.

Væl lá fyri, tí veðrið var sera gott. Tað besta av øllum mundi kortini vera tað, at veðurmenninir høvdu sagt frá liggjandi góðveðri við sól og hita.

Tá tey komu á staðið var kortini mjørki, men seinni batnaði veðrið aftur. Tey pakkaðu kortini útgerð sína út og settu tjaldið upp. Tá so svongdin byrjaði at gera vart við seg, varð grillin tikin fram. Løtu seinni hugnaðu tey sær við hesum.

Týsmorgunin vaknaðu tey aftur við svongd, men av misgáum høvdu tey gloymt at taka nakað við til morgunmatar. Men tey funnu kortini uppá ráð: Góðgæti kann eisini brúkast sum morgunmatur í eini neyðstøðu.

- Í dag hava vit ongar ætlanir. Vit verða her eina løtu aftrat og pakka síðani tjaldið saman.

- Her er sera gott at vera, so tað kundi meiri enn so hent, at vit komu aftur eina aðru ferð, sigur Karstin.