Samoa er lítil oyggjabólkur, har fólk búgva á nøkrum fáum oyggjum. Høvuðsoyggin er Upolu, og her liggur eisini høvuðsstaðurin í oyggjabólkinum, Apia.
Oyggjarnar liggja miðskeiðis á leiðini millum Hawai og Ný Sæland, og Samoa er sjálvstøðugur eindarstatur, partur av Commonwealth.
Fólkatalið liggur um 200.000, og her verður snakkað samoanskt og enskt.
Oyggjabólkurin, sum áður er sloppin undan koronu-smittu, hevur nú fingið fyrsta tilburðin yvirhøvur. Tískil hava myndugleikarnir gjørt av at steingja landamarkið í fýra samdøgur og at steingja samfelagið niður.
Hósdagin í hesi vikuni varð fyrst koronu-tilburðurin staðfestur á høvuðsoynni, Upolu. Útlendskir miðlar skriva, at umleið 90 prosent av fólkinum í Samoa eru koppsett móti koronu.
##med2##












