Hann varð tikin á støðina og blóðroynd tikin av honum, sum skal vísa, um hann er so ávirkaður, at hann verður skuldsettur fyri rúsevnakoyring.
Stutt eftir klokkan 17 kom ein fráboðan um, at eldur var í Sandoyartunlinum. Men tað vísti seg ikki at vera. Har hevði onkur bilur koyrt við ov heitum bremsum, sum hevði ført til royk í tunlinum, sum fekk sjálvirkandi ávaringarskipanina í gongd, og tí var øll tilbúgvingin send avstað.
Viðvíkjandi fráboðanini í gjár um skipið á Vestaru Bryggju, har onkur hevði loyst allar fýra endarnar á einum skipi, so hevur løgreglan kannað tað málið nærri, men har var einki at koma eftir, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun. So tey vita ikki, hvat er hent, um endarnir kanska eru loysnaðir av sær sjálvum.
– Har er einki at koma eftir, so hatta málið er liðugt frá okkara síðu, sigur vakthavndi.