Ein tikin fyri rúsdrekkakoyring í Klaksvík

Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðslukanningar í Klaksvík, vórðu um 100 bilar kannaðir

Hetta var millum klokkan 7.20 og 11.45. Løgreglan kannaði bilar fyri ymiskt, um tey koyrdu við summardekkum, um tey tosaðu í telefon og um onkur koyrdi ávirkaður.

Og av teimum 100 bilførarum fingu tey illgruna til ein teirra, sum varð handtikin fyri at taka blóðroynd og síðani leyslatin aftur.

Afturat hesum málinum vórðu tríggir aðrir bilførarar skrivaðir – fyri at ikki at sita íbundinn og fyri at tosa í fartelefon.