Tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni í nátt. Úr Vestmanna varð boðað frá, at larmandi skutarar koyrdu runt í bygdini. Men teir vóru horvnir, tá løgreglan kom norður.
Men tað var óheppið fyri ein bilførara, at løgreglan var í Vestmanna, tí tá løgreglan steðgaði einum bili um hálvum tveytíðina, vísti tað seg, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka.
Í Havn var onkur studentaveitsla, og tað gav løgregluni nakað av arbeiði við fullum fólki. Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni.