Løgreglan tók í nátt um 4.30 tíðina ein bilførara við Norðasta Horn. Orsøkin til, at maðurin varð steðgaður var, at bilurin fór slørandi eftir vegnum og løgreglan fekk illgruna um, at okkurt var galið.
Maðurin varð steðgaður og tað vísti seg, at hann var rúsaður. Løgreglan hevur eisini verið úti og gjørt ferðamátingar í nátt. Fýra bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra ov skjótt. Tríggir fingu klipp í koyrikortið, meðan ein misti koyrikortið á staðnum.