Sum heild hevur vikuskiftið verið stak friðarligt. Løgreglan sigur, at í gjáramorgunin varð løgreglan á ferð at kanna ferðluna, serliga við tí fyri eyga at kanna um bilførarar vóru edrúir.
Løgreglan sigur, at í hesum sambandi varð ein bilførari tikin, sum er skuldsettur fyri at koyra við kenning. Annars sigur løgreglan, at tað hevur verið sera hált og at nakrir bilar hava staðið so illa fyri, at teir hava verið til ampa. Nakrar ferðir eru sjúkabilar sendir eftir fólki, sum eru dottin.
Somuleiðis hevur løgreglan verið norðan fyri í morgum og hevur tikið nummarplátur av nøkrum bilum, har eigarin ikki hevur goldið trygging, ella vegskatt.