Beint eftir klokkan fýra í nátt steðgaði løgreglan einum bili á Landavegnum í Havn. Illgruni var um, at førarin var ávirkaður, og tá vísti seg eisini, tá hann blásti í alkometrið hjá løgregluni. Hann varð handtikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.
Løgreglan gjørdi eisini ferðkanningar við tunnilsmunnan í Kaldbaksbotni. Hetta var millum klokkan 01 og 01:30 í nátt. Har fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 102 km um tíman. Ein annar bilførari varð máldur at koyra 132 km um tíman. Hann hevði havt koyrikortið í styttri tíð enn trý ár og fekk koyriforboð.