Ein tikin fyri at koyra ávirkaður

Løgreglan tók í gjár ein bilførarar fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka

 

Vakhavandi á politistøðini í Havn upplýsir, at tað hevur verið friðarligt hjá løgregluni seiansta samdøgrið. Tó var ein bilførari tikin í Havn seinnapartin í gjár klokkan 15.

Tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd tikin, sum skal vera grundarlag fyri tí, sum víðari skal henda í málinum.

Í gjár hoyrdist eisini útrykningur av sløkkiliðsbilum í Klaksvík. Tá vísti seg, at sjálvvirkandi brandávaringin á Føroya Bjór var farin í gongd, men tað vísti seg tíbetur at vera ein tekniskur feilur, sum setti skipanina í gongd. Men tá so er, so verður alt apparatið settí gongd.