Bretska løgreglan fær støðugt fráboðanir frá fólki, sum siga, at fyrrverandi BBC-verturin Jimmy Savile misbrúkti tey kynsliga, tá tey vóru ung. Í gjár hevði løgreglan fingið fráboðan frá næstan 300 fólkum, og kanningarleiðarin, Peter Spindler, umrøddi Savile sum ein tann ringasta brotsmannin av sínum slagi í nýggjari bretskari søgu.
Ein av sakførarunum í málinum segði í vikuni, at onnur kend sjónvarpsfólk eru blandað upp í málið um Jimmy Savile, og tað váttaði løgreglan í gjár.
-Vit eru í ferð við at fyrireika okkum til fleiri handtøkur. Vit kanna í løtuni fleiri fólk, segði Peter Spindler, kanningarleiðari, við tíðindafólk.
Jimmy Savile var ein tann best umtókti sjónvarpsverturin í Bretlandi, og harafturat var hann kendur fyri sítt stóra arbeiðið til vælgerandi endamál. Hann doyði í fjør, 84 ára gamal.