Ein tann harðasti jarðskjálvtin nakrantíð

Jarðskjálvtin í Kili í nátt er tann harðasti, sum hevur verið í heiminum síðani skjálvtan í Indiska Havinum á jólum í 2004 og ein tann harðasti nakrantíð. Myndugleikarnir í Kili siga, at higartil hava teir fingið boð um, at 76 fólk eru deyð í jarðskjálvtanum.

Amerikanski jarðfrøðistovnurin sigur, at jarðskjálvtin í nátt var 8,8 á Richter-stiganum, men at skjálvtin hevur gjørt lutfalsliga lítlan skaða, tí miðdepilin var undir havbotninum í Kyrrahavinum.

Danski jarðfrøðingurin Tine B. Larsen sigur við DR, at jarðkjálvtin í Kili er ein av teimum harðastu, sum jarðfrøðingar vita um at siga.

Myndugleikarnir í Kili, Peru og Ekvador sendu alt fyri eitt út flóðalduávaring, og í morgun hevur amerikanska stjórnin kunngjørt flóðalduávaring fyri amerikonsku kyrrahavsstrondina.