Ein tími og eitt mál til Ára Mohr Jónsson

OBOS-deildin Norra: Ári Mohr Jónsson og Sandnes Ulf vunnu í fyrstu royndini

Ári Mohr Jónsson spældi í ein tíma og skoraði eitt mál, tá Sandnes Ulf í gjár vann 4-3 í hendingaríkum dysti móti Oygarden FK.

Føroyski landsliðsspælarin byrjaði inni sum vinstri vongverji í eini 3-5-2 spælskipan. Ára Mohr Jónsson skoraði til 1-1, Oygarden FK hevði lagt seg á odda. Avgerandi málið í dystinum kom ikki fyrr enn fáar minuttir fyri tíð, tá ein spælari hjá Oygarden var óheppin og gjørdi sjálvmál.

Hetta er fyrsta umfar í næstbestu deildini í Norra. Har eru fleiri fyrrverandi føroyingafeløg sum Songdal, Kongsvinger og HamKam, men í løtuni er Ári Mohr Jónsson einsamallur føroyingur í næstbestu deildini.

Sandnes Ulf – Oydargan FK 4-3 (1-2)

0-1  Peter Godly Michael, 12

1-1  Ári Mohr Jónsson, 24)

1-2  Michael, 35)

2-2 Magnus Grødem, 48

3-2 Grødem, 52

3-3 Bjarte Haugsdal, 84 br

4-3 Andreas van der Spa, 86 sjálvm 

Sandnes Ulf (3-5-2): Pål Vestly Heigre – Tord Salte, Jasmin Bogdanovic (Sander Finjord Ringberg fra 46.), Espen Berger – Kevin Jablinski, Christian Landu Landu, Ári Mohr Jónsson (Johannes Andres Nuñez fra 61.), André Sødlund, Magnus Grødem (Horenus Tadesse fra 81.) – Kent Håvard Eriksen (Christer Reppesgård fra 88.), Sanel Kapidzic (Maxwell Effiom fra 81.).