Heri Simonsen og Jóhan Petur Johannesen
?????????????????????????????????????????
Undirritaðu skrivaðu eitt lesarabræv fyri nøkrum vikum síðani har vit heittu á FSF, um at geva trúgvum landsliðsstuðlum møguleikan at keypa eitt sesongkort til allar heimadystirnar hjá FSF.
FSF hevur tikið hetta til eftirtektar, og hevur givið okkum møguleikan at keypa eitt sesongkort til eina rímuliga peningaupphædd. Hetta skal FSF-leiðslan hava eina stóra tøkk fyri. Vit fara kortini at heita á FSF um ikki at binda seg til talið: 1.000 sesongkort, um so er at fleiri enn 1.000 fólk hava eitt ynski um at ogna sær eitt tílíkt sesongkort!