Ein sving om fyri eldri í Dansifrøi í morgin

- Tiltakið er ætlað fólki í dagtilhaldum, eldrasambýlum, ellisheimum og eisini øllum eldri, sum búgva heima, sigur ein av stigtakarunum, Anna Petra Winther.

 

Í morgin, mánadagin, 14. november, eru øll eldri fólk bjóðað til eina spennandi heystuppliving í Dansifrøi í Havn.

 

Anna Petra Winther, sum er ein av stigtakarunum, sigur, at dyrnar í Dansifrøi lata upp klokkan 12.30 í morgin, og dansurin verður frá klokkan 13 til 15.30.

 

Tað verða Robert & Jóhannes, sum fara at spæla góðan, gamlan dansitónleik.

 

- Her verður eisini ein góður drekkamunnur at fáa, og vit vóna, at fólk møta fjølment til hetta fantastiska heysttiltak, sigur Anna Petra Winther.

 

Hon vísir á, at kostnaðurin fyri tiltakið er 100 krónur, men starvsfólk, sum koma við borgarum, rinda einki fyri tiltakið.

 

- Eldri, sum ætla sær til tiltakið í Dansifrøi í morgin, eru hjartaliga vælkomin at siga øðrum frá, sum kanska høvdu havt hug at komið.

 

Sjálv heldur Anna Petra Winther, at hetta er eitt fantastiskt høvi hjá eldri og teirra makum at hugna sær saman undir bestu umstøðum.

 

- Tiltakið er ætlað fólki í dagtilhaldum, eldrasambýlum, ellisheimum og eisini øllum eldri, sum búgva heima, leggur hon aftrat.