Martin McDonagh er ikki fyltur tretivu enn, men fimm leikir hevur hann aftan fyri seg longu ? og harav tveir, sum hava vunnið virðislønir. Annar teirra er Krypilin úr Inishmaan, sum verður sýndur fyrstu ferð á Gamla Meiarínum leygarkvøldið 7. okt. kl. 19.00.
Leikur fer fram á pinkalítlu oynni Inishmaan við vesturstrond Írlands. Útlongsul, sleyg og slatur, beistagerðir og hjálpsemi eru partar av gerandisdegnum í lítlu bygdini. Men gerandisdagurin verður vendur upp og niður, tá teir knappliga koma úr Hollywood at gera film á grannaoynni!! Hvør sleppur fyrst framat at verða filmstjørna? Tann vakra Helen, slagsbróðurin Babbybobby, slatrikellingin Johnnypateenmike, ella kanska krypilin Halti Billy???? Hugsar onkur um Barbaru ?? ? ja, tað er kanska ikki heilt skeivt...
Írland hevur leingi staðið á heimskortinum sum sjónleikaland, og fleiri írskir leikir eru eisini syndir í Føroyum. Høvundin Mc Donagh brýtur kortini upp úr nýggjum. Hann gongur ikki til sjónleik, sigur hann. Filmurin hevur størri áhuga, og sum íblástur nevnir hann m.a. Quentin Tarantino og Martin Scorsese ? og tað er sanniliga bæði svartur humor, beinraknir persónar og eitt sløð av harðskapi at vænta sær. Og kanska fer onkur at lippa eitt sindur eisini... um tey leita sær oman á Meiaríið.
Leikurin verður sýndur í oktober og so leingi sum fólk koma. Sýningar verða týsdag, mikudag og hósdag kl. 20.00, og leygardag og sunnudag kl. 16.00.
Tað er Eyðun Johannesen, sum bæði leikstýrir og ger pallin. Leikarar eru: Egi Dam, Páll Danielsen, Kristina Hansen, Hallur Hjalgrímsson, Jógvan Salomon Joensen, Adelborg Linklett, Birita Mohr, Hans Tórgarð og Ria Tórgarð.