Finnleif Guttesen
Tíðin hevur víst og hagtøl vísa, at tað gongur ov striltið í Suðuroy, at fáa nakað upp at standa, ið skapar arbeiðspláss og kastar nakað av sær fíggjarliga. Hagtøl siga, at arbeiðsloysi minkar, men er tað ikki tí at fólkatali minkar, tí tað vísa hagtølini eisini.
Nú hevur onkur helst hug til at siga, tit hava fingið so nógv:
"Nýggjan Smyril, men hann siglir ikki títtari enn gamli Smyril, so har er ikki størri broyting.
"Nýggja kei til Smyril, sjálvsagt.
"Tunnil millum Øravík og Hov, sjálvsagt, eitt øki sum er forsømt í 30 ár.
"Nýggjan miðnáms og heilsuskúla, hann er ikki bygdur enn, men alt annað er burturvið.
"Ellis og røktarheim í Vági, lagalig fígging ja, men alt skal gjaldast kortini.
So samanum er einki komi av infrastrukturi, skúlum, ið hin parturin av Føroyum ikki hevur fingið og altíð áðrenn Suðuroyggin, so suðuroyingar hava alla orsøk til at gera vart við seg og tað gert tú fragast við at stovna ein reinan, ópolitiskan Suðuroyarflokk , sum stillar upp, bæði til Løgtings og kommunuval, tí verandi flokkar í Suðuroy megna einki, uttan mun til politiskan lit.
Løgtingslimirnir
Fyri at siga tað pent, so eru løgtings og landsstýrislimirnir úr Suðuroy nakrar vatnissur, tað er ta bera kjaftaslit og einki annað. Besta dømi er Visjón Suðuroy, ið var lítið ítøkilig, og eftir verandi gongd, kanska liðugtgjørd í ár 2050. Teir vísa á omanfyri nevndu dømir, um hvussu nógv Suðuroy hevur fingið, men hava ikki rygg og dirvi til at fáa nakað ítøkiligt ígjøgnum, sum skapar framgongd, til frama fyri Suðuroy.
Tað skuldi næstan verði straffbart, at valt somu fólk aftur á løgting.
Kommunustýrislimir
Har er sama skili sum við løgtingslimum, kjaftaslit, hugsa bert um egnan dunnuhyl og einki kemur burturúr. Um tað var nakað skil í løgtingslimum norðanfyri Suðuroy, so skóru teir ígjøgnum, og løgdu Suðuroynna saman í eina kommunu, við lóg, 1.januar 2009. Tí tey, ið sita við valdinum í Suðuroy, tora einki at gera.
Tey fólkavaldu í Suðuroy, tað verði seg løgtings, landsstýris og kommunustýrislimir, hava ikki dirvi, viljan ella hugflogi til at skapa framgongd í Suðuroy, tíverri.