Í longum talvi eru nógvir leikir, og fæstu mundu vænta, at úrslitið av hesi truplu telving skuldi enda soleiðis, sum tað nú einaferð gjørdi, tí undirtøkan hjá núsitandi løgmanni var í fleiri meiningskanningum eitt tað lægsta, samanlíknað við úrslitið hjá formonnunum í hinum stóru flokkunum.
Sjálvstýrisflokkurin hevur sum tann einasti politiski flokkurin í sínari stevnuskrá, at løgmaður skal veljast beinleiðis av fólkinum. Uppskotið til nýggja stýrisskipanarlóg rúmar eisini hesum møguleika.
Eftir miklu orrustuna um løgmanssessin, og tilvildina ið ræður í einum so týdningarmiklum máli, munnu nógvir føroyingar taka undir við ásetingini í stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins og útsøgnunum hjá Sjúrði Skaale løgtingsmanni, tá hesin í fjølmiðlunum hevur víst á at rættast var um:
“Løgmaður varð valdur beinleiðis av fólkinum”.
Spennandi verður at síggja, um meiriluti nú fæst á løgtingi fyri lógaruppskoti við hesi broyting, so Føroya fólk beinleiðis á fólkaatkvøðu fær loyvi til at velja sín stjórnarleiðara.
Týsdagin bleiv nevndarvalið avgreitt, og ein nýggjur gerandisdagur er aftur á Løgtingi. Tað verður ein avbjóðing hjá nýggja løgmanni okkara, at fáa samskipað arbeiðið í landstýrinum, við at fáa øll landstýrisfólkini at rógva í takt móti felags máli. Av teimum 9 sum í dag mynda landsstýrið, hava fýra roynt seg fyrr við so vánaligum úrslitið, at tey eru loyst úr starvi ella hava verið noydd at leggja frá sær í ótíð. Hetta er galdandi fyri Jóhan Dahl, Jákup Vestergaard, Helenu Dam á Neystabø og Jørgen Niclasen. Báðir undanfarnu løgmenninir, ið ráddu fyri borgum og høvdu ein virknan leiklut, tá hesi landstýrisfólkini máttu úr starvi í úrtíð, eru framhaldandi partur av sitandi samgongu. Anfinnur Kallsberg er fíggjarnevndarformaður, og Jóannes Eidesgaard landstýrismaður í fíggjarmálum.
At helmingurin av landstýrisfólkunum samstundis fáa eitt slíkt “come back”, man verða nýtt heimsmet og sjálvsagt upptøkuevni til Guinnes Book of Record´s.
Líta vit aftur til desember 2003, gav Anfinnur Kallsberg løgmaður tánevnda Tjóðveldisflokkinum durafjórðingin og útskrivaði nýval, samstundis sum hann sendi teirra landsstýrisfólk til hús uttan ávaring, meðan landstýrisfólkini hjá Fólka, Mið- og Sjálvstýrisflokkinum sótu, til løgtingsvalið hevði verið og eitt nýtt landstýri avloysti. Avgerðin kostaði samstundis Anfinni Kallsberg løgmansessin.
Nú endurtók Jóannes Eidesgaard bragdið frá 2003 við lásagøluni í Tinganesi sum grundgeving og dropanum, ið fekk bikarið at flóta yvir. Tjóðveldi varð koyrt á dyr, meðan Mið- og Javnaðarlandstýrisfólkini vórðu sitandi, til ABC-samgongan tók við. Eisini í hesum føri mátti Jóannes løgmaður “leggja kongin”, og Kaj Leo Johannesen avloysti í løgmanssessinum.
Um løgmaður varð valdur beinleiðis av fólkinum í eitt fýra ára valskeið, stóð hann nógv sterkari sum fólksins leiðari, tí hann ikki varð bundin av einum skinklandi samgongumeiriluta. Løgmaður stóð eisini frælsari í vali/setan av landstýrisfólkum, ella tá/um neyðugt var at loysa tey úr starvi, tí tað kundi hann gjørt uttan ótta fyri, at tað samstundis kundi kostað løgmanssessin.