Ein “stuttlig” søga?!?

 

Fyri nøkrum árum síðan endaði ein søga úr Suðurafrika á tíðindaportalum og miðlum um allan heimin. Orsøkin var at ein genta var hópneyðtikin av sínum skúlafeløgum. Hendingin varð filmað og víst fyri lærarum á skúlanum. Reaksjónin hjá lærarunum var ikki tann vit kanska høvdu væntað. Og vóna. Teir flentu. Tað var søgan.

 

In.fo borðreiðir fyri sínum lesarum eina “stuttliga” søgu “ um eina kvinnu, Jackie Jauqline Oliver, sum kennir seg kynsliga og á aðrar mátar eyðmýkta og illa viðfarna av føroyskum myndugleikum – teimum vit hava latið vald at verja okkum. Hon verður millum annað røntgenkannað hóast hon veit seg vera við barn. Og tá tað ikki vísir nakað úrslit verður so “rótað í rumpuni á henni” sum yvirskriftin ljóðar. Á portalinum tekur journalisturin eisini so skemtiliga til og fortelur okkum at ein danskur strippari er í øðini um at vera “sperðilskannað”. Hví skemta hesir journalistarnir ikki við at ófødda barnið hjá Jackie Jauqline Oliver kann fáa skaða av røntgenkanningini? Hví endurgeva teir ikki eisini at hendan kvinnan rópti og græt tí hon var bangin um sítt ófødda barn? Eru tað ikki líka skemtilig tíðindi sum analkanningar av grátandi kvinnum?

 

Journalistiska virðið søguni úr Suðurafrika var ikki neyðtøkan í sær sjálvari, og hvussu hon heilt bókstavliga gekk fyri seg, soleiðis sum hesir “journalistarnir” tykjast at halda. Tað áhugaverda var reaksjónin hjá teimum sum skuldu verja skúlagentuna. Ein kvinna kennir seg illað viðfarna og kynsliga eyðmýkta av føroyskum myndugleikum. Er hetta stuttligt havi eg hug at spyrja? Hevði tað kanska verið minni stuttligt um tað var dóttir tykkara og ikki “stripparin Jackie Jauqline Oliver”? Um bara helvtin av tí sum kvinnan og unnusti hennara greiða frá er rætt, so hava vit stórar trupuleikar í hesum landinum. Vit hava eftir hondini hoyrt fleiri søgur har bæði menn, kvinnur og børn uppliva seg at vera fyri kynsligum ágangi frá okkara myndugleikum. Vónandi er ikki hald í hesum, men áttu vit kanska at roynt at kannað málið? Tit á in.fo endurgeva Ekstrablaðið fyri at siga at føroyska tollvaldið onga viðmerking hevur til hetta málið. Gerið tykkara (journalistiska) arbeiði! Kannið um føroyskir myndugleikar misnýta sítt vald á henda ótespuliga hátt. Í staðin fyri at sita og flenna býtt.