»Nr. 113 Strikað:
Eftir fráboðan um avhending av skipi til útlandið, dagfest 15. november 2001 frá Sp/f Ågot, Skáltavegur 63, 700 Klaksvík, er hetta skipið eftir Bill of Sale frá 15. nov. 2001 selt til Langøy Kyst og Havfiske A/S, Langøyneset, 6530 Averøy, Norway.«
Sostatt er skipið við hesum strikað úr Føroya Skipaskráseting eftir § 26 stk. 1 í løgtingslóg nr.9 frá 5. mars 1970 um skráseting av skipum við meira. Tilm. 15. november 2001, nr. 450, skrásett 15. november 2001.
Tann, ið sigur, at hetta skip ikki er flutt av landinum, sigur ósatt.
Tá so landsstýrismaðurin, Jørgen Niclasen, krevur, at tann norski keyparin og tann føroyski seljarin skulu skriva undir, at hetta skip ongantíð aftur skal fiska undir føroyskum flaggi ella í føroyskum sjógvi, so taka hansara egnu embætismenn og skriva einum av hansara partamonnum tilsøgn um fiskiloyvi, uttan at landsstýrismaðurin er vitandi um tað. Gott hevði tí verið hjá Føroya fólki at fingið at vita, hvør hevur givið teimum boð um at skriva tilsøgn um fiskiloyvi dagin fyri valið.
Tí má tann vanligi føroyingurin standa spyrjandi. Og nú hóttir reiðarin á Jógvani S við at fara at kanna fiskiloyvir hjá 32 øðrum skipum. Ja, tað skal hann bara gera, tí tey flestu eru givin av fólkafloksmonnum til sínar egnu!
So tað hevði verið gott hjá fólki at fingið at vita, um sama mannagongd er brúkt at geva teimum fiskiloyvi ? og sikkurt hevði verið lítið eftir av Fólkafloksmonnum til næsta val.
Ja, hetta er eitt sera fløkt mál, og ikki minst, nú tú hevur givið fyribilsloyvi til Jógvan S.
So mítt ráð til Jacob Vestergaard er:
»Tak hatta loyvið aftur og lat teir, ið eiga fløkjuna, greiða hana sjálvir.«