Tað er ikki ein strong rúsdrekkalóg sum forðar fyri at ferðavinnan í einum landi kann mennast.
Tað halda tey í Bláa Krossi, og tí mæla tey eisini Løgtinginum staðiliga frá at samtykkja uppskotið frá Magna Laksáfoss, uttanflokkatingmanni. Hann skjýtur upp, at bryggjaríini skulu sleppa at selja allar tær vørur, tey sjálvi framleiða.
Í løtuni hava tey bara loyvi at selja pilsnarøl og gulløl, men alt øl, sum er sterkari enn tað, og alt vín, og alt rúsdrekka, kann bara seljast í rúsuni. Men bryggjaríini bryggja eisini sterkt øl, og Føroya Bjór ger eisini brennivín, og nú skjýtur Magni Laksáfoss, at tey tey skulu eisini sleppa at selja tað sterkt ølið, og brennivínið, tey gera, í sínum egnu sølubúðum kring landið.
Tað verður eisini ofta ført fram, at ein strong rúsdrekkalóg er ein forðing fyri at ferðavinnan kann mennast, tí ferðafólk vilja hava rúmari ræsur at fáa gott vín, og rúsdrekka annars. Men tey í Bláa Krossi eru grundleggjandi ósamd í hesum og tí mæla tey eisini frá at rúsdrekkalógin verður linkað.
Jütta J. Olsen leiðari í Blákrossheiminum, at verður rúsdrekkalógin linkað, kann avleiðingin verða, at føroyingar fara at drekka meir og tað er ikki ein gongd leið at fara, halda tey. Tey vísa eisini á, at kanningar vísa, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, størri er vandin fyri ovurnýtslu.
Tey í Bláa Krossi vísa eisini á, at í Íslandi verður alt rúsdrekka, sum er sterkari enn 2,25 prosent, bara selt í einkarsøluni. Men ferðafólkatalið í Íslandi er økt munandi tey seinastu árini, hóast Ísland hevur eina stranga og tálmandi rúsdrekkalóg.
Niðurstøðan er tí, at tað ber væl til at økja um hendan partin av inntøkunum í okkara samfelagi, hóast rúsdrekkalógin er tálmandi, sum hon er í Íslandi. Í Noregi verður alt rúsdrekka, sum er sterkari enn 4,7 prosent, bara selt í einkarsøluni og í Svøríki er markið 3,5 prosent
– Í øllum hesum londunum eru serligar reglur fyri barrir og onnur skeinkistøð, akkurá sum tað er í Føroyum. Okkara vitan og royndir siga, at ein lóg, ið tálmar nýtsluna, er als ongin forðing fyri tí samfelagsmenning, sum øll vilja hava, siga tey í Bláa Krossi.










