Fróði Benjaminsen endar á 86 landsdystum. Tann 87. og seinasti, sum hann skuldi havt spælt í morgin verður av ongum. Fróði Benjaminsen hevur ein skaða í nakkanum og læknarnir siga, at tað er ov vandamikið hjá Fróða at spæla.
Hoyr samrøðuna við Fróða Benjaminsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Eg havi verið til kanning og læknarnir siga, at eg havi ein diskus í, og kann ikki spæla móti Rumenia, sigur Fróði Benjaminsen.
Hoyr eisini Fróða Benjaminsen seta orð á Christian L. Holst, kensluna av at sita uttanfyri og um løtuna, tá hann fekk endalig boð um, at hann ikki spælir farvældystin móti Rumenia.
Rás2 sigur beinleiðis frá landsdystinum millum Føroyar og Rumenia. Dysturin byrjar klokkan 17. Rás2 byrjar at senda upptakt frá klokkan 14.