Politiið hevur havt úr at gera í nátt.
- Vit hava verið tilkallaðir til eitt sindur av hvørjum og hava havt nokk at gera, sigur vakthavandi á politistøðini í morgun.
Tveir menn blivu tiknir inn á støðina, av tí at teir vóru ógvuliga fullir og ómøguligir tætt við eitt dansistað í Havn.
Vakthavandi sigur, at teir fleiri ferðir í nátt vóru boðsendir fyri at sissa fólk, ið vóru komin upp at skeldast.
- Fyri tað mesta var talan um fólk, sum vóru í býnum, men eisini hava vit verið heima hjá onkrum, har skeldaríið gekk í so hart fyri seg, sigur vakthavandi og leggur afturat, at talan hevur verið um fólk í 20unum og 30unum.











