Nú verður tað loksins, at tað eisini ber til hjá nýrasjúklingum at fáa dialýsuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Hetta er nakað, tey hava tosað um í nógv ár, men í fjør varð sjøtul settur á, tá ið Suðuroyar Sjúkrahús fekk dialýsutól.
Og nú samgongan hevur lagt fíggjarlógina fyri næsta ár fyri Løgtingið, eru pengar eisini settir av so at tólið kann takast í brúk. Í hesum sambandi hevur Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum, sett slaka 1,6 milliónir av til dialýsuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
– Væntandi kunnu nýrasjúklingar í Suðuroy, fara á Suðuroyar sjúkrahús at fáa dialysuviðgerð í summar, sigur landsstýriskvinnan. Fyri sjúklingar ið hava tørv á dialysuviðgerð, merkir hetta, at tey sleppa undan drúgvari ferðing norður til Havnar tríggjar ferðir um vikuna. Fyri hesi fólkini er tíðin heimanífrá, við nógvari siglingartíð, sum at fáa stein omaná byrðu.
Samstundis er avtalað gjørd við serkønu starvsfólkini á Landssjhúkrahúsinum um viðgerðina. Tað merkir, at umframt starvsfólkini, sum fara at starvast á dialysuni á Suðuroyar sjúkrahúsi, eru sjúkrarøktarfrøðingar á dialýsueindini á Landssjúkrahúsinum eisini við í viðgerðini. Hesir sjúkrarøktarfrøðingar skulu skiftast um at vera við til at manna dialýsuviðgerðina í Suðuroy fyri at tryggja, at tað altíð eru skikkað starvsfólk við í viðgerðini.
– Á henda hátt verður dygdin og trygdin í dialýsuni á Suðuroyar Sjúkrahúsið, tryggjað, samstundis sum nýggja tilboðið ikki verður so viðbrekið, tá sjúka rakar og feriutíð er. Viðgerðin á dialýsuni í Suðuroy verður framd undir læknafakligari ábyrgd av serlæknum í nýrasjúkum á Landssjúkrahúsinum.
Fyri Sjúkrahúsverkið hevur tað verið avgerandi, at viðgerðin í Suðuroy er skikkað og líka góð sum á Landssjúkrahúsinum, har hon lýkur øll krøv, sigur landsstýriskvinnan.