TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu við Gunnar Dahl Olsen, íðkandi venjara hjá súkklulandsliðnum, og við Jóanis Albert Nielsen, sum var við til at vinna bronsu í liðkappingini í einkultstarti í dag.
Veteranurin, Gunnar dylur ikki, at gullmerkið hjá Torkili Veyhe í einkultstarti er tað, sum føroysk súkkling hevur tráað eftir í langa tíð, og er tað tí ein ótrúlig kensla, at fyrsta gullmerkið er komið í hús.
Unga talentið, Jóanis Albert er sera fegin um at hava verið við til at vunnu bronsu í dag, og hann heldur, at Torkil Veyhe er ein góð fyrimynd fyri teir yngru súkklararnar.