Í samband við, at ætlanin um stórhøllina varð løgd fram seinnapartin í dag, bjóðaði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, til tíðindafund saman við arbeiðsbólkinum fyri Føroya Arena. Arbeiðsbólkurin er samansettur av Niels Mortensen, Tummas Justinussen, Jón Sigurdsson, og samskiparunum, Dennisi Holm og Jógvani Emil Nielsen.
Hesir hava seinasta hálva árið arbeitt við ítøkiligu verkætlanini um stórhøll í Føroyum, og samstundis hava teir havt fleiri felagsfundir við ein arbeiðsbólk hjá kommununi - við limunum, Heðini Mortensen, Annfinni Brekkstein og Tróndi Sigurðssyni. Nú er endaliga uppskotið og lutirnir í verkætlanini klárir, og í dag varð uppskotið so almannakunngjørt.
Borgarstjórin byrjaði við at bjóða vælkomin. Hann segði frá upprunanum til hugskotið og fegnaðist um, at Tórshavnar býráð við stórum meiriluta hevði tikið undir við verkætlanini - og at býráðið hevði játtað at geva tilsøgn um 50 prosent av samlaða byggikostnaðinum, svarandi til 108,6 miljónir krónur. Tilsøgnin er treytað av, at hin helvtin verður fingin til vega uttanífrá, umvegis føroyskar stuðlar, stuðul frá landinum, útlendskar grunnar og onnur.
Heðin Mortensen lýsti, hvussu stórhøllin sum karmur hevur í sær nógvar møguleikar, bæði av almannagagnligum og vinnuligum slag, sum ikki eru til í Føroyum frammanundan.
- Høvuðstaðurin og landið alt hevur leingi havt tørv á einari stórari innandura multi-arena, sum hann tók til. Tí er hetta er ein sera spennandi verkætlan - fyri Havnina og fyri allar Føroyar. Vit vilja byggja eina altjóða stórhøll, har endamálið er at skapa bestu karmar til stór føroysk og altjóða tiltøk innan ítrótt, mentan, ráðstevnur, keypsstevnur, samkomufundir og annað. Føroya Arena” verður ein stórhøll fyri alt landið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Í aðrari grein fara vit at venda aftur til ymiskt av tí, sum aðrir søgdu á tíðindafundinum um stórhøllina í dag.
(Kelda: torshavn.fo)
##med2##












