Sanna var kórsangari nærum alla sína tíð, men var eisini ein av bestu solo-sopranum í Føroyum í okkara tíð. Hon hevur sungið ariunar í stóru kórverkunum, soloina til Brúgvar hjá Holmboe og Karsten Hoydal, tá Norðurlandahúsið varð tikið í nýtslu og fleiri ferðir sungið solo á Tinghúsvøllinum á ólavsøku. Men fyrst og fremst hevur hon verið ein av berandi sopranunum í Havnarkórinum. Saman við dugnaligu vinkonum sínum myndaði hon klangin í Havnarkórinum í útvið 40 ár. Ein klangur, sum er komin út í øll heim í Føroyum gjøgnum mongu upptøkurnar hjá KvF við Havnarkórinum.
Sanna gav fløgu út við løgum og útsetingum hjá abba sínum Jógvani Waagstein og setti harvið ein tónleikaligan varða eftir seg, sum ikki eigur at verða undirmettur í føroyskari sangsøgu.
Sanna gavst at syngja í kóri í 2018, tá Havnarkórið saman við solistum og orkestri framførdi Messias í Salt á Tvøroyri.
Ærað veri minnið um Sannu Waagstein í Brekkunum
(Soleiðis skrivar Leif Hansen, Kórtíðindi á Facebook)