Ein stór hjálp tá vit drepa grind

Í Grindamannafelagnum eru tey nøgd við tað, sum er hent í seinastuni

- Vit eru nøgd við nýggju lógina um grind og vit hava tikið undir við henni.

 

Tað sigur Regin Jespersen, nevndarlimur í Grindamannafelagnum.

 

Hann heldur, at tað er gott, at vit hava fingið nógv greiðari reglur fyri, hvussu grindardráp skal skipast, og hvussu farast skal fram ímóti fólki, sum vilja okkum ann í hesum sambandi.

 

Hann heldur eisini, at nýggja lógin fer at gera tað nógv lættari at halda skil á, og at forða fólki, sum ætla at órógva eitt grindadráp

 

Serliga er nevndarlimurin í Grindamannafelagnum nøgdur við, at bøturnar, sum fólk fáa fyri at órógva grindadráp, eru so høgar.

 

Upprunaliga var ætlanin, at tey, sum órógva grindadráp við vilja, skuldu fáa minst 5000 krónur í bót.

 

Men endin varð, at løgtingið samtykti, bótin fyri at órógva eitt grindadráp við vilja, skal vera minst 25.000 krónur.

 

- Teir bólkar, sum gera seg inn á grindadráp, er fíggjarliga sterkir, so ein bót á 5000 krónur, ger hvørki frá ella til. Tí taka vit undir við, at hon varð so stór, tí hetta fer helst at fáa tey at hugsa seg um nakrar ferðir, áðrenn tey leggja seg út í eitt grindadráp, heldur Regin Jespersen.

 

Hann fegnast eisini um møguleikan, løgreglan hevur fingið til at leggja hald á útgerð, sum er brúkt til at órógva grindadráp, ella sum er ætlað at órógva grindadráp við.

 

- Tað skuldi kunna merkt, at løgreglan kann leggja hald á lutir og útgerð, beinanvegin tað kemur til landið, heldur nevndarlimurin í Grindamannafelagnum.