Størsta útflutningsfyritøkan í landinum, Føroya Fiskasøla, ella Faroe Seafood Prime, sum hon rættari eitur, ger nú enn einaferð broytingar í leiðsluni.
Hans Johannes á Brúgv hevur verið einsamallur stjóri í fyritøkuni fær framyvir ein stjóra afturat sær.
Samstundis fær Hans Johannes nýtt starvsheiti, soleiðis at hann ikki longur verður stjóri, men forstjóri.
Nýggjur fíggjar- og varastjóri verður Árni Arge.
Árni Arge er 34 ára gamal og er útbúgvin cand. merc. Hann hevur lisið í Keypmannahavn og hevur síðani hann var liðugur við lesnaðin arbeitt í eini altjóða fyritøku í Danmark










