Alment er cafe’in ikki latin alment upp, men hevur kortini tikið ímóti fólki í hesi vikuni. Ikki fyrrenn seinnapartin leygardagin verður tann almenna upplatingin.
Tað eru tær báðar Jónvør Svartá og Guðrið Joensen sum hava tikið stig til Cafe Chill’, og sum í eina tíð hava fyrireikað upplatingina í hølunum beint við skúlan og ítróttarhøllina í Kollafirði.
Ætlanin er at hava eitt breitt úrval av matvørum og drykkivørum, og at hava dagsins rætt á skránni á middegi hvønn dag.
Umframt mat og drekka er ætlanin somuleiðis at útvega sær stórskíggja og at hava fyrilestrar og livandi tónleik inni í cafe’ini.
- Vit meta at tørvur er á einum slíkum staði. Her er skúli, ítróttarhøll og omanfyri 1000 fólk í bygdini. Jú, vit eru sera spentar, siga tær báðar Jónvør og Guðrið.









