Ein staðilig ávaring til samgonguna

Tað eru nógvar orsøkir til, at ætlanin hjá samgonguni at áleggja nøkrum fiskiskipum eitt serligt avgjald, er púra skeivt

 

- Føroya Arbeiðsgevarafelag ávarar staðiliga ímóti at áleggja summum fiskiskipum eitt eykagjald fyri at fiska, við tí endamáli at útvega landskassanum inntøkur.

 

Tað sigur Arbeiðsgevarafelagið, nú tað sigur sína meining um ætlanina hjá landsstýrinum at áleggja skipum, sum fiska sild og makrel næsta ár,  eitt serligt veiðigjald og avreiðingargjald.

 

Men hetta er ikki galdandi fyri heimaflotan, sum sleppur undan at rinda, ella bara skal rinda partivís gjald, afturímóti øðrum pørtum av flotanum.

 

Endamálið við uppskotinum er at geva landskassanum eina inntøku uppá 107 milliónir krónur næsta ár.

 

Men Føroya  Arbeiðsgevarafelag ávarar staðiliga ímóti at áleggja vinnuni gjøld  við tí endamáli at geva landskassanum eina ávísa inntøku.

 

Felagið mælir heldur til, at samgongan rekur ein støðugan vinnupolitikk, soleiðis at vinnulívið veit, hvørjar fortreytir eru galdandi framyvir.

 

Broytingar av hesum slagi ár um ár, geva ikki vinnuni støðugar karmar at virka undir og økja óvissuna í vinnuni, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Felagið heldur eisini, at at tað er ein óheppin støða, verður landskassin bundin at slíkum gjøldum, sum verða hækkað og lækkað eftir tørvi.

 

Eitt gjald av hesum slagi eigur ikki at verða tengt at einum ávísum tørvi hjá landskassanum, heldur Arbeiðsgevarafelagið.

 

Felagið dugir heldur ikki at síggja sakligar grundgevingar fyri, at ein partur av flotanum skal rinda veiðigjald, og ein annar partur sleppur undan at rinda, hóast báðir partar fiska sama fiskaslag.

 

Arbeiðsgevarrnir halda, at øll vinnurekandi eiga at hava somu treytir.

 

- Men her er talan um at stýra vinnuni niður í smálutir, og tað kann hava óhepnar avleiðingar fyri vinnuna.

 

- Ein annar trupulleiki er, at talan er um eitt fast kilogjald uttan mun til, um fyritøkurnar hava vinning ella ikki.