Ein staðilig ávaring frá føroyskum læknum

Vandi er fyri, at føroyska heilsuverkið søkkur niður á eitt støði, læknar als ikki kunnu góðtaka, siga 20 føroyskir læknar í eini áheitan á politikarar um at taka trupulleikan í størsta álvara

 

Fyri at fáa serlæknar at koma til Føroya eftir lokna útbúgving, krevjast betri arbeiðsumstøður enn í dag.

 

Tað staðfesta 20 føroyskir læknar, sum í løtuni arbeiða uttanlands.  

 

Sum ein partur av komandi ættarliði av føroyskum serlæknum, ávara teir um gongdina í føroyska heilsuverkinum. Teir siga, at sum gongdin er nú, er vandi fyri, at føroyska heilsuverkið søkkur niður á eitt støði, læknar als ikki kunnu góðtaka.

 

Fráboðanin frá hesum 20 útisetalæknunum stendur í skerandi andsøgn til afturvendandi páhaldið hjá samgonguni, um, hvussu væl tað stendur til í føroyska heilsuverkinum.   

 

Fyrst og fremst eftirlýsa tlæknarnir eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Teir sakna eina heildarætlan fyri, hvørjar sjúklingar vit kunnu viðgera nøktandi í Føroyum, og hvørjar sjúklingar vit framvegis mugu at senda av landinum.


 

Síðani sakna teir eina bygnaðarbroyting, sum miðsavnar allar tær størru sergreinarnar á Landssjúkrahúsinum, soleiðis at allur serkunnleiki og allar arbeiðsroyndir eru miðsavnaðar á einum stað.

 

- Tað skapar betri møguleika fyri tvørfakligum samstarvi og sjúklingagongdin verður effektivari og betri.

 

- Sum í øðrum útjaðarum er stórur tørvur á læknum í Føroyum, serliga á serlæknum. Fyri at venda gongdini, er alneyðugt, at hesin trupulleiki verður tikin í størsta álvara, siga teir.

 

Teir staðfesta, at fyri at fáa læknar at trívast, og serliga at fáa serlæknar at koma til Føroya eftir lokna útbúgving, krevjast betri arbeiðsumstøður enn í dag.

 

- Ein av trupulleikunum í Føroyum er, at serlæknar ikki fáa tíð og umstøður, til sína egnu sergrein. Serlæknar vilja jú fram um alt gagnnýta sína serfrøði og soleiðis geva sjúklingunum eina nøktandi og nútímans viðgerð.


 

Harafturat er tørvur á umstøðum fyri framhaldandi menning, frálæru og viðlíkahald av vitan, sum kemur sjúklinginum til góðar.

 

Teir 20 læknarnir siga, at teir serliga leggja dent á undirvísing sum ein part av gerandisdegnum á einum sjúkrahúsi.

 

- Tað er eitt treytaleyst krav, fyri at vit framhaldandi kunnu hava yngri læknar í útbúgvingarstørvum á Landssjúkrahúsinum. Verður Landssjúkrahúsið ikki góðkent sum útbúgvingarstovnur fyri yngri læknar, koma munandi færri læknar, um nakar, til Føroyar eftir lokna útbúgving.

 

- Arbeiðið á sjúkrahúsinum verður skert og skeiklað, og virksemið vit kenna í dag, fellur niður á eitt støði vit, sum komandi serlæknar ikki kunnu góðtaka, siga teir 20 læknarnar.

 

Les meiri um, hvat 20 føroyskur læknar halda um gongdina í føroyska heilsuverkinum við at trýsta HER Her siga teir hvat krevst fyri at varðveita eitt føroyskt heilsuverk 

 

Teir 20 føroysku læknarnir, sum hava hesa áheitanina á politiska myndugleikan, eru Eivind Warberg, Sissal Clementsen, Herborg L. Johannesen, Hanus Debes Joensen, Diana Reynstind, Randi Maria Simonsen, Magda Lambaa Altinok, Heðin Jacobsen, Jógvan Øregaard, Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus, Regin Lamhauge, Tordis Kristiansdóttir, Heidi Madsen, Súsanna Reinert-Petersen, Súsanna Petersen, Bjarni Wardum, Rúna Olsen, Johanna Petersen, Katrin Olsen og Marita av Steinum.