EB/Streymur er við 3-3 javnleikinum vesturi í Sørvági fýra stig frammanfyri 07 Vestur, og harvið hava sundalagsmenn endaliga bjargað sessinum í Betrideildini komandi ár.
Andras Olsen, liðskipari dylur ikki, at tað er ein sera stórur lætti, at hesin setningurin er greiddur, tí tað hevur snøgt sagt gingið av skriðuni hjá EB/Streymi í seinnu hálvu við nógvum tapum og nøkrum fáum javnleikum. Tó gagnast javnleikurin í dag EB/Streymi sera væl.
Andras Olsen heldur, at teir í EB/Streymi kunnu gera tað væl betur komandi kappingarár. Samanhaldið í EB/Streymi er gott, og so skal tað bara fáast at rigga betur á vøllinum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Andras Olsen aftaná EB/Streymur hevði spælt javnleik 3-3 ímóti 07 Vestur á Dungasandi vesturi í Sørvági.
HERber til at hoyra samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við liðskiparin hjá 07 Vestur, Høgna Egilstoft Nielsen.