Hóast hann ikki hevur verið partur av HB-liðnum, sum hevur staðið seg minni væl seinastu tíðina, so duldi Rógvi Jacobsen ikki fyri, at sigursmálið móti B68 var ein ovurstórur lætti hjá liðnum.
- Eg haldi, at liðið var merkt av, at vit ikki hava vunnið í seks dystir. Tí var trýstið á spælarunum stórt, uttan at eg tó kendi nakað eyka trýst á mær.
- Tí var málið eisini ein ófatuliga stórur lætti. Sigurin ber við sær, at vit enn eru partur av teimum, sum jagstra oddasessin, og í so máta høvdu tey trý stigini alt at siga, helt Rógvi Jacobsen.