Ein stórur heiður

Formaðurin í FSF er sera fegin um, at fótbóltslandsliðið kann umboða Føroyar so væl, sum tað ger, og hann roknar eisini við einum góðum úrsliti á vøllinum mikudagin

HANNOVER: Tá fótbóltslandsliðið ferðast runt í europa til ymsu altjóða avbjóðingarnar, er tað aloftast so, at eini tvey umboð úr landsliðsnevndini hjá FSF hava verið við á ferðini.
Í so máta er ferðin hesa ferð eitt undantak, tí øll nevndin hjá FSF er nevnliga stødd í Hannover.
Formaðurin í FSF, Dánjal Andreasen, sigur eisini sjálvur um hetta, at hetta er púrasta óvanligt, men at hetta samstundis eisini vísir, hvussu stóra æru FSF setir í júst hendan dystin, sum er tann størsta avbjóðingin, sum føroyska landsliðið nakran tíð hevur fingið.
Spurdur, um teir í nevndini hava gjørt nakað burturúr at seta seg í samband við týsku starvsfelagarnar, sigur Dánjal, at tað høvdu teir sum so ikki. Hinvegin hava teir havt úr at gjørt, tí seinastu tíðina hevur neyvan verið dagur, har ikki okkurt fjølmiðlaumboð hevur spurt seg fyri hjá FSF.
- Her hava verið fólk úr øllum miðlum. Bløð og útvarps- og sjónvarpsstøðir hava stútt og støðugt sett seg í samband við okkum, og fylgt við, hvussu fyrireikingarnar ganga, og tað er púrasta óvanligt hjá okkum. Gaman í hava vit fingið nakað av umrøðu fyrr, men ikki í nær námind tí, sum vit fáa her niðri. Tað hongur so nokk eisini saman við, at vit fingu eitt somikið gott úrslit ímóti Skotlandi.

Errin av umboðanini
Tað er helst eingin loyna, at fremsta føroyska umboðið, tá landið skal umboðast úteftir, er júst fótbóltslandsliðið, og Dánjal dylur heldur ikki yvir, at hann er errin um, at landsliðið á hendan hátt kann skapa nakað fyri Føroyar.
- Tað er so heilt víst. Sum sagt, so hava mest sum allir miðlar verið í sambandi við okkum og gjørt antin greinar ella innsløg um Føroyar, og sum heild er spenningurin um dystin sera stórur.
Og hóast fólk eru ymisk á málið um, hvussu vónirnar fyri einum góðum úrsliti eru móti Týsklandi, so tykist Dánjal ikki vera serliga smæðin, tá vit at enda spyrja hann, um hann hevur nakað boð uppá, hvat dysturin mikudagin fer at enda.
- Tað verður 3-2 til Týskland. Tað er so mítt boð, og so fáa vit at síggja, hvussu rætt tað er.