Í kvøld verður umstríddi dysturin í 2. umfari í Champions League undankappingini millum KÍ og Young Boys, úr Sveis. Tilgongdin til dystin hevur verið rokalig, eftir at UEFA dømdi Slovan Bratislava at tapa í 1. umfari, tí korona í tveimum førum var í hópinum.
KÍ fór úr Klaksvík fyrrapartin í gjár og lendi á middegi í sveisiska býnum Bern, har Young Boys hevur heimstað. Talan er um helst sterkasta mótstøðuliðið hjá KÍ nakrantíð. Seinast KÍ var i Champions League var í 2000, tá mótstøðuliðið var Reyða Stjørna úr Beograd í Serbia.
Í nýggjari tíð hava mótstøðuliðini talt AIK Stokholm úr Svøríki og í fjør Luzern úr júst Sveis. Her tapti KÍ tepurt 1-0 í Sveis og 1-0 á Svangaskarði. Luzern bleiv nummar seks við 46 stigum í ár, meðan Young Boys á triðja sinni er vinnari av sveisisku Superliguni. Hesa ferð við 76 stigum.
Young Boys spældi sín seinasta landskappingardyst 3. august, og felagið vann seks teir seinastu dystirnar móti kappingarenda. Síðani hevur felagið spælt tveir dystir í steypakappingini. Her vann Young Boys eftir longdaleiktíð á Luzern, og í hálvfinaluni vunnu teir 3-1 á Sion. Steypafinalan í Sveis verður sunnudagin 30. august móti FC Basel.
##med2##
Stóra stjørnan hjá Young Boys er Jean-Pierre Nsame úr Kamerun. Hann hevur skorað heili 32 mál í landskappingini, seks mál í steypakappingini og tvey í Europa League bólkaspælinum. Tað eina av teimum í 2-1 ósigrinum fyri FC Porto.
Hópurin telur eisini 31 ára gamla serbiska miðvallaran, Miralem Sulejmani, sum er fleirfaldur landskappingarvinnari í Portugal við Benfica, Ajax í Hollandi og Young Boys, har hann hevur spælt seinastu fimm árini.
##med3##
KÍ hevur spælt mangan fótbóltsdyst í síni 116 ára longu søgu, men hetta er millum sterkastu mótstøðuliðunum nakrantíð. Dysturin móti Young Boys verður í kvøld klokkan 19.15. In.fo hevur beinleiðis frásøgn, og dysturin verður eisini vístur beinleiðis í Kringvarpinum.