Nú eru longu fleiri ár síðani at Hans Jacob Joensen, undanfarni bispur, umsetti alla Bíbliuna, uttan Sálmarnar, úr upprunamálinum, til føroyskt og handaði Føroyska Bíbliufelagnum.
Bíbliufelagið heldur, at tað er ikki hvørsmans føri at umseta sálmarnar til føroyskt, tí umframt at hetta er tekstur úr hebraiskum, er talan eisini um skaldskap.
Men eftir áheitan frá Bíbliufelagnum, átók David Johannesen, fyrrverandi prestur í Vágum, sær hesa stóru uppgávu í 2018.
Hann hevur umframt longu tíðina sum prestur, eisini royndir sum yrkjari og rithøvundur. Onkrir av hansara sálmum eru eisini at finna í nýggja ískoytinum til sálmabókina hjá Fólkakirkjuni.
David hevur hesa tíðina arbeitt sera miðvíst við at umseta Sálmarnar, og nú í februar 2020 er setningurin greiddur, sigur Bíbliufelagið.
Sálmarnir í Gamla Testamenti vórðu sostatt handaðir Føroyska Bíbliufelagnum 20. februar og tað fór fram heima hjá honum á Heiðum í Miðvági.
Við hesum er grundarlagið fyri eini nýggjari, føroyskari bíbliu fullfíggjað, og ætlanin er at nýggja Bíblian skal koma út á sumri 2023, sigur Bíbliufelagið.