- Eg kenni í veruleikanum, at eg eigi ein stóran part av hesum uppskotinum og tilgongdini til public service sáttmálan, sum nú er til viðgerðar, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann vísir á, at tað var meðan hann var mentamálaráðharri, at øll tilgongdin at leggja Útvarpið og Sjónvarpið saman fór fram, og í tí nýggi kringvarpslógini, sum varð samtykt í 2006, var eisini lagt upp til ein public service sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.
- Eg legði rættiliga stóran dent á samanleggingina av stovnunum, og í mínari verð er eingin endalig og fullkomin samanlegging, fyrr enn stovnarnir eisini fysiskt eru undir sama taki, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann vísir til, at meðan hann var mentamálaráðharri, varð eitt uppskot lagt fyri Tingið í desember 2007 um at byggja út í Sortudýki og at selja bygningarnar, har sjónvarpið nú heldur til.
- Men tað hendi so tað, at val varð útskrivað og uppskotið tí fall burtur, og síðani er einki nýtt uppskot um hetta lagt fram, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann hevur sum nevnt havt ein fingur við í spælinum um public service sáttmálan, og tekur í síni heild eisini undir við tí uppskoti, sum liggur á borðinum í dag.
- Tað er ikki meiri enn rímiligt, at tað verður farið miðvíst til verka og stungið út í kortið, hvør uppgávan hjá almenna kringvarpinum skal verða. Vit krevja jú nógvar pengar frá fólki til henda stovn og tey hava krav um at vita, hvat endamálið við almenna kringvarpinum er, sigur Jógvan á Lakjuni.
Kringvarpsgjald
Hann sigur, at sjálvandi er ikki uppgávan hjá Løgtinginum at blanda seg í gerandisdagin hjá Kringvarpinum, men at gera leiðreglur fyri yvirorðnaða leistinum og hvat Kringvarpið serliga skal leggja dent á.
- Eg nam eisini við kringvarpsgjald, hølisviðurskifti, bandasavn og sendinet í mínari framløgu. Og tað, sum kanska serliga elvir til kjak, er spurningurin um, hvussu Kringvarpið skal fíggjast. Og har hava vit í Fólkaflokkinum hildið fast við, at fólk skulu rinda eitt kringvarpsgjald eins og gjørt verður nú, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann hevur ilt við at skilja, at summi ikki rinda kringvarpsgjald.
- Tað verður sagt, og um hetta veruliga er so, taki eg fult undir við, at stig verða tikin so øll við kringvarpstóli gjalda, tí tað kann ikki verða rætt, at bert summi skulu rinda kringvarpsgjald, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann tekur eisini fult undir við tí partinum av framløguskjalinum, ið snýr seg um lýsingar.
- Tað lá longu í kortunum tá nýggja kringvarpslógin varð samtykt í 2006, at handilslýsingarnar í útvarpinum skuldu niðurlaðast og falla burtur. Kunngerðirnar hinvegin eiga framvegis at hava innivist í útvarpinum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann heldur, at Tingið hevur eina stóra skyldu mótvegis privatu miðlunum.
- Tað er av stórum týdningi, at privatu miðlarnir yvirliva, tí samfelagið hevur stórliga brúk fyri teimum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Verja málið
Framsøgumaður Fólkafloksins tekur somuleiðis undir við, at almenna kringvarpið samstarvar við Televarpið um sendinetið.
- Tað er longu sett ein nevnd við umboðum frá Televarpinum, Kringvarpinum og Mentamálaráðnum um at útbyggja sendinetið. Tað sigur seg sjálvt, at tað er rætt at samstarva á hesum øki, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann er eisini í tí stóra og heila nøgdur við ætlanunum í sáttmálanum.
- Eg síggi tó ein vanda í øllum tí útlendska tilfarinum, sum verður sent. Útvarpið stendur seg væl, men sjónvarpið eigur at vera meiri úti um seg, tá tað kemur til útlendskt tilfar. Vit eiga ein hóp av stovnum undir Mentamálaráðnum, bæði Fróðskaparsetrið, Føroyamálsdeildina, Fornminnissavnið og ein hóp av øðrum søvnum, sum sjónvarpið kundi gjørt meira brúk av, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann metir eina av fremstu uppgávunum hjá kringvarpinum vera at verja og styrkja um føroyska málið.
- Og júst har eru barnasendingarnar av serliga stórum týdningi, sigur Jógvan á Lakjuni.
Hann heldur eisini, at hugburðurin um at einki kann gerast orsakað av penganeyð, eigur at broytast.
- Tað var ein sending í sjónvarpinum í síðstu viku, har tosað varð við ein leiðara í DR. Hann vísti á, at tey nú eru 23 færri fólk á stovninum, men at tey kortini gera eitt betri sjónvarp nú. Størsta vandan segði hann verða egnar vanar, sigur Jógvan á Lakjuni.
Í hesum sambandi kom hann eisini inn á økið í sáttmálanum, ið mælir til fleiri sendingar keyptar uttan fyri húsið.
- Tað er eitt frálíkt hugskot at draga fleiri privat inn í framleiðsluna av tilfari til kringvarpið. Tað kundi tryggjað eitt nógv breiðari úrval av sendingum, sigur Jógvan á Lakjuni.