Ein stór skandala

Kári P. Højgaard, Sjálvstýrisflokkurin

Nær væntar tú valið verður?

Eg vænti, at valið verður onkuntíð í oktober ella november í sambandi við fíggjarlógina.


Nær heldur tú, at val skal verða?

Skjótast gjørligt. Ja, satt at siga burdi val longu havt verið.


Hvussu sært tú støðuna, nú nýtt tingár byrjar?

Støðan er óalmindiliga ivasom. Vit hava í verandi støðu tríggjar flokkar, sum hava gjørt avtalu um ávís mál, men eg sakni eina langtíðaravtalu. Sum nú er, veit veljarin ikki, hvat avtalan inniheldur, og hvønn veg tað ber. Við øðrum orðum sakni eg punktir, sum man kann fyrihalda seg til. Haraftrat kann eg nevna, at núverandi støða við vaktarskipinum er ein stór skandala. Vit sum fiskivinnutjóð eiga og mugu hava eitt gott og vælvirkandi vaktarskip. At vit játta 200 milliónir til eitt fiskirannsóknarskip, meðan verjuskipið liggur lamið líkist ongum.


Hvat væntar tú tær av politiska heystinum?

Stjórnin er ikki arbeiðsfør, so eg vænti ein forferdiligan hurlivasa. Eitt nú kann eg taka málið um fiskidagarnar fram, har eg vænti nógvar ósemjur um. Í stuttum verður tað eitt turbulent heyst. Tann stutta søgan vit hava havt við minnilutastjórn hevur so avgjørt víst okkum, at tað ikki er ein gongd leið.