Ein stór kensla at umboða kongaríkið

– Hetta er stórt!

 

Tað sigur Heðin Mortensen, sum beint nú situr á ST aðalfundi í New York og hevur sent okkum myndina.

 

– Umboði kongaríkið beint nú á ST aðalfundi. Tað er ein stór kensla og uppliving. Eg eri sera glaður fyri at, eg kundi uppliva hetta inn live, tí hetta er stórt, sigur Heðin Mortensen.

 

Tað er sum umboð fyri Løgtingið, at Heðin Mortensen er á ST aðalfundi sum partur av donsku sendinevndini. Á hvørjum ári fáa tvey løgtingsfólk møguleikan upp á skift at umboða Føroyar sum partur av donsku sendinevndini.

 

Heðin Mortensen for avstað 13. september og verður aftur 1. oktober.

 

Tað hevur verið funnist at Heðini Mortensen, at hann ikki hevur latið varaborgarstjóran tikið við, meðan hann er burtustaddur sum umboð fyri Løgtingið.

 

Heðin Mortensen sigur, at hann kann ikki lata Jógvan Arge borgarstjórasessin í hendi, tí at Jógvan Arge er farin úr samgonguni og ikki umboðar sama politikk, sum meirilutin í Tórshavnar býráð.

 

Heðin Mortensen hevur farloyvi úr Løgtinginum, meðan hann er burturstaddur.