Ein stór gleði hvønn dag at fara til arbeiðis

Fríggjadagin 16. september 2005 var ein innanhýsis móttøka í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla í sambandi við at Johan Samuelsen, lærari, hevur lagt frá eftir sær, eftir at hava verið lærari á skúlanum í 36 ár

Dekkað var upp í auluni í Tórshavnar Kommunuskúla fríggjadagin 16. September í sambandi við eina innanhýsis móttøku, tá Johan Samuelsen, lærari, segði farvæl, eftir at hann hevur arbeitt á skúlanum, síðan hann tók læraraprógv í 1969.

Umleið 65 fólk møttu hendan dagin, hetta vóru mest starvsfelagar hjá Johan og nógvir fyrrverandi lærarar. Eitt manskór og eitt blandað kór við lærarum á skúlanum sang eisini undir móttøkuni.

Heðin Mortensen borgarstjóri helt eina stutta talu og handaði Johan blómur frá Tórshavnar býráð, hetta var eisini sum ein tøkk fyri tíðina, hann sat í skúlaráðnum. Johan sat í Tórshavnar skúlaráð í 12 ár, frá 1989 til skúlaráðini vórðu niðurløgd. Hetta var ein spennandi tíð hjá honum, hann fekk gott innlit í skúlaverkið og lærdi skúlan at kenna frá eini aðrari síðu.

Skúlastjórin, Hanus Joensen, takkaði eisini Johan fyri tíðina og segði millum annað, at hóast hann ikki hevði sama førleika sum hinir lærararnir, hevði hann havt sera lítla fráveru  langt undir miðaltalið.

Í síni talu segði Johan Samuelsen m.a. "Eg vil takka fyri tíðina, mær untist at vera her - eg havi starvast her í 36 ár, og eg má siga sum er, at tað hevur verið ein stór gleði hjá mær hvønn dag at fara til arbeiðis - eg havi trivist sera væl í mínum arbeiði. Eg var 10 ár til gongu, og hini 26 árini hevur tað so verið í koyristóli, men tað hevur tíbetur fallið mær sera væl í báðum førum - ikki minst næmingunum at takka fyri. Ofta hoyra vit hvussu keðilig tey ungu eru o.s.fr. - eg kann als ikki skriva undir uppá henda pástand, sannleikin er hann, at tey hava verið fyrimyndarlig í allar mátar".

Síðan takkaði hann bæði leiðslu og starvsfeløgum fyri árini í skúlanum,
og fyri at tey høvdu skipað fyri hugnaligu móttøkuni.