Tað varð ringt í eystur og vestur. Men boðini vóru greið: Hvalirnir skuldu ikki rørast.
Claus Olsen er royndur grindamaður og hann var við allan mikudagin, tá ið roynt var at fáa eina grind, sum varð merkt í Hvalba, aftur til Havs.
Hann sigur, at teir vóru væl mannaðir og tað gekk væl at merkja teir fimm hvalirnir.
Vit vóru úti í í einar fýra tímar og vóru kaldir og illa fyri, men grindin vildi bara ikki aftur til Havs, segði hann við Rás2 í gjár.
Claus Olsen sigur, at tað var fjarandi sjógvur og um seks tíðina doyði tann fyrsti hvalurin og teimum gjørdust greitt, at tá ið fjøran kom, fóru hvalirnir at liggja uppi á turrum.
- Tað varð ringt í eyst og vest, men boðini vóru greið um, at hvalirnir skuldu ikki rørast.
Hann heldur, at tað, sum fór fram, er ein stór gøla og tað hoyrir ongastaðni heima.
Hann heldur tað vera løgið, at teir á Náttúrugripasavninum, sum leggja so stóran dent á at merkja hval, ikki vísa størri áhuga enn at teir fara til Havnar aftur, áðrenn hvalirnir eru fingnir aftur til Havs, ístaðin fyri at verða verandi og tryggja sær, at alt spælir væl av.
Hann legði afturat, at grindamenn í Hvalba fara ikki at standa modell til slíkt einaferð afturat.
Sýslumaðurin rósar hvalbingum
Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroy, heldur, at hvalbingar eiga stórt rós uppiborið
fyri teirra leiklut í grindini, sum var mikudagin.
- Teir vóru óførir, tí teir vóru bundnir av grindini frá klokkan 10 á morgini til klokkan fýra morgunin eftir, tá ið grindin var dripin og sleipað út á bryggjuna.
Í nógvar av hesum tímunum gingu fleiri av teimum og vassaðu upp undir mitt í sjónum, sum er kaldur hesa árstíðina, í eini roynd at fáa grindina til havs aftur.
Talan var um eina lítla grind, sum var funnin mikumorgunin og semja var um at lata Náttúrugripasavninum hana til at merkja til vísindalig endamál.
- Arbeiðið at merkja hana gekst væl, men tað var vónleyst at reka hana aftur til havs, tí hon leitaði alla tíðina at landi aftur, sigur sýslumaðurin.
- Og tá ið fjøran kom, lógu teir á turrum og tað endaði so við, at teir vórðu avlívaðir.
Men sýslumaðurin ásannar, at tað tók long tíð, til teir vórðu avlívaðir.
- Tað var øgiliga óheppið. Men talan er um stór dýr og vit eru ikki altíð harrar yvir støðuni.
- Men so eru vit hesar royndirnar ríkari, sigur hann, leggur hann afturat
Nakað av tíð
Hinvegin hevur tað eisini verið so, at merkt grind er friðað og tí kundi hon ikki avlívast fyrrenn loyvi fekst til tað av Náttúrugripasavninum.
Men merkingin hevur alstóran vísindaligan týdning og tískil gekk nakað av tíð, til loyvi fekst at avlíva grindina.
Jaspur Vang heldur, at helst hava teir væntað, at tað fór at ganga at fáa grindina út aftur, tí grindin, sum varð merkt í Vági herfyri, fekst út aftur, sjálvt um tað tók sína tí.
Men í so máta sá støðan í Hvalba út til at vera betri og hartil vóru hvalbingar eisini væl betri mannaðir.
Hann heldur, at tað verður neyðugt at finna eina aðra mannagongd, tá ið grind skal merkjast.
Í hesum sambandi ivast Jaspur Vang í mátanum, har øll grindin verður rikin inn fyri tað um nakrir fáir hvalir skulu merkjast.
Hann heldur, at kanska er betri at taka teir hvalirnar burtur úr, sum skulu merkjast og so fáa teir út aftur til grindina.
- Tað vísir seg, at kemur øll grindin inn at, er sera tórført at fáa hana út aftur, heldur hann.
LES EISINI GREININA: VIT VÒRU PÙRA HJÀLPARLEYSIR
LES EISINI GREININA: HETTA VAR ÓHEPPIÐ