Stríð millum fyrrverandi og nýggja formannin. Stríð millum nevndarlimir. Stríð millum formannin og nevndina.
Perssónsstríð rakar altíð onnur enn bara høvuðspersónarnar. Sjálvandi kann ein skrivstovumaður, sum situr millum teir stríðandi partarnar á Fiskimannafelagnum og skal tæna teimum øllum, so ella so verða drigin inní. Tað má mann tola.
Men slík stríð mugu hava eitt mark. Tey mugu enda onkustaðni. Onkustaðni koma vit útum tað, sum skilir okkum. Uttan fyri munirnar og ósemjurnar millum okkum, eru vit bara fólk, sum eiga at sýna eina grundleggjandi virðing hvørt fyri øðrum.
Eg vil fyri alt í verðini ikki ljóða patetisk - men eg haldi, at henda grundleggjandi, menniskjaliga virðingin hevur vantað í teirri viðferð, sum pápi mín, Olaf Johansen, hevur fingið síðstu tíðina.
Eftir 35 ára loyala tænastu á Fiskimannafelagnm varð hann brádliga ein dagin burturvístur av Jan Højgaard. Uttan ávaring. Frá degi til dags. Burturvístur! T. e. lagdur undir at hava gjørt okkurt álvarsamt tænastubrot. Okkurt revsivert.
Hetta bleiv sjálvandi eitt alment mál, tí tað er ikki hvønn dag, at fólk verða burturvíst. Og pápi mín hoyrir til tey, sum als ikki brýggja seg um almenna umrøðu. Tann breiði almenningurin visti als ikki hvør hann var áðrenn hetta rokið.
Men brádliga vistu øll tað. Olaf Johansen - tað var hasin har maðurin, sum var burturvístur av Fiskimannafelagnum! Brotsmaðurin!
Øll tann almenna umrøðan neit forferdiliga fast. Hann var - og er - sera illa sjúkur, og hetta sálarliga trýstið gjørdi ikki støðuna betur.
Gitingarnar um hvat maðurin hevði gjørt blivu fleiri og fleiri, og tá Dimmalætting spurdi Jan Højgaard um tað var Olaf, hann sipaði til, tá hann á facebook síðu sínari skrivaði um ein persón, ið hevði brotið inn á Fiskimannafelagið, vísti hann tí ikki aftur, men lat ivan hanga í luftini. Blaðmaðurin gjørdi sjálvsagt ta niðurstøðu, at tað var Olaf, sum hevði brotið inn. Søgan varð, sjálvsagt, uppafturtikin av Miðlahúsinum.
Til endans bleiv Jan greiður um, at hann juridiskt ikki kundi halda fast um burturvísingina. Og søgan um "innbrotið" bleiv til endans eisini tikin aftur.
So varð burturvísingin broytt til eina uppsøgn.
At siga fólki upp hevur Jan Højgaard sjálvsagt fullan rætt til. Tað kann eingin siga nakað um.
Men hann tók framvegis ikki aftur ákærurnar um, at nakað revsivert var gjørt!
Tá fimm fakfeløg (stóra tøkk til tey!) í felag heittu á Jan um at geva Olafi eina umbering, svaraði hann, at hann var harmur um tað, sum var hent, men at hann ikki kundi siga meira, tí hann hevði tagnarskyldu!
Hvør skal siga: Her er nakað! Olaf hevur gjørt okkurt! Tað er álvarsamt - men eg kann ikki siga, hvat tað er!
Jan vil altso hava hesa myndina at verða hangandi: Hann hevur einki skeivt gjørt - tað er Olaf, sum er brotsmaður! Og eingin kann avdúka Jan, tí hann krógvar seg aftan fyri hesa "tagnarskylduna", sum hann sigur seg hava.
Eg haldi ikki, at hetta er virðiligt.
Eftir mínum tykki átti Jan Højgaard at gjørt eitt av tveimum:
Um Jan veruliga hevur prógv fyri, at Olaf hevur gjørt okkurt álvarsamt, so átti hann at lagt tað alment fram. So høvdu hesar ótolandi gitingarnar hildið uppat.
Hevur Jan hinvegin eingi slík prógv, átti hann at biðið um umbering.
Tað eru sum sagt fleiri fakfeløg, ið halda lítið um framferðina í hesum máli, og vísa á, at endamálið hjá fakfeløgum júst er at verja løntakarar og teirra rættindi.
Men so eru nøkur fakfeløg, sum ikki vilja taka frástøðu frá hesum. Hinvegin hevur talskvinna teirra sagt seg stuðla Jan.
Hesum skilji eg einki av. Hvussu kunnu fakfeløg taka undir við slíkari framferð? Hvat vita tey í Samtaki, sum onnur ikki vita? Hevur Jan sagt teimum nakað, sum hann ikki vil siga øðrum orsaka av síni "tagnarskyldu"?
Í greinini "Einki tænastubrot" skrivaðu tríggir nevndarlimir í Fiskimannafelagnum soleiðis: "Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa upplýsingar um nakað, sum gevur orsøk til nakra uppsøgn, enn minni eina burturvísing. Vit hava spurt tveir nevndarlimir, ið stuðla Jan í hesum máli, men persónliga kendu teir ikki til nakað skeivt, ið skrivstovumaðurin hevði gjørt."
Hvat veit Samtak, sum sjálvt nevndarlimirnar í FF ikki vita?
Eg veit ikki alt, sum hendir á skrivstovuni á FF. Men eg havi hóast alt kent pápa mín í 34 ár, og eg veit, at hann ikki er nakar brotsmaður. Og eg veit, at hann ikki hevur uppiborið hetta.
At enda vil eg siga, at eg skilji væl, um fólk eru troytt av hesum málinum. Tað eru jú fleiri, sum hava skrivað um tað. Stundum hava orðingarnar verið bæði hvassar og beiskar. Og stundum so persónligar og kenslubornar, at onkur vil halda, at tær hoyra ikki almennum kjaki til.
Men hetta snýr seg ikki bara um ein persón, sum pínist av at hansara navn, av órøttum, verður dálkað. Hetta er ikki bara privat og persónligt.
Tað snýr seg eisini um rættartrygd og um, hvussu vit eiga at fara við hvørjum øðrum.
Eiga vit ikki øll, tá vit koma útum tað, sum skilir okkum, at sýna hvør øðrum eina grundleggjandi, menniskjaliga virðing?