Ein spurningur um spælararnir fara at tíma

Fótbóltur: Poul Thorsteinsson úr B36 heldur hugskotið um eina vetrarkapping vera gott, men tað má ikki binda spælararnar ov nógv

Ein av spælarunum, sum var við í Atlantic Cup í fjør, og sum eisini ætlar sær við í ár, er Poul Thorsteinsson, sum hesa ferð skal umboða B36 í kappingini, meðan hann í fjør spældi við VB.

? Eg haldi, at hetta er eitt gott tiltak, sigur Poul Thorsteinsson.

? Tað hevði kortini verið enn betri, um spælararnir vóru longur á staðnum. Í fjør var eg við VB, og tá búðu vit í skúlanum í Gøtu saman við TB, og tað var stak væleydnað, sigur Poul, sum heldur, at tað stuttligasta við kappingini er at møta øðrum liðum og øðrum spælarum á ein eitt sindur øðrvísi hátt.

Tað, at kappingin verður spæld mitt í landinum, ger, at spælararnir fara heim aftur beinanvegin, og tað er spell, heldur Poul Thorsteinsson.

Pauli Jarnskor, sum er ein av fyrireikarunum, segði við Ítróttarsosialin í gjár, at tað er »ov stilt« í fótbóltinum í tíðarskeiðnum frá oktober, tá landskappingin endar, og fram til nú, tá liðini fara at venja aftur. Men Poul Thorsteinsson heldur, at steðgurin er tiltrongdur.

? Tá kappingin er liðug, ert tú meir ella minni útbrendur, serliga um tú spælir við einum liði, sum hevur venjing hvønn dag. Har haldi eg, at tað hevði verið frægari, um liðini spældu t.d. tveir dystir um vikuna og vandu minni, men tað ber rættiliga illa til, serliga hjá suðuroyarliðunum, sigur Poul Thorsteinsson.

Hann heldur ikki, at kappingin gevur so nógv, tá tað kemur til konditión. Tað besta við kappingini er at síggja hinar spælararnir aftur, heldur Poul Thorsteinsson.

Men hvussu við hugskotinum um at gera eina landsdekkandi kapping, sum koyrir yvir fleiri vikuskifti?

? Tað er í lagi, men spurningurin er, um spælararnir fara at tíma at vera við í so nógvum kappingum. Um ein tílík kapping skal gerast, haldi eg, at hon má vera so lítið bindandi sum gjørligt fyri spælararnar. Feløgini kunnu senda eitt lið, men vandi er fyri, at tað fara at verða teir somu spælararnir, sum verða bidnir at fara við hvørjaferð, og so er spurningurin, um teir hava hug til tað, sigur Poul Thorsteinsson.