Ein spurningur um at brúka vit og skil

- Sum støðan er nú, er gott tamarhald á smittuni. Vit eru nú, har vit vóru, áðrenn eg brúkti heimildina at avmarka upplatingartíðirnar, sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður.

 

 

Í kvøld fara fleiri av lógunum, sum vórðu settar í verk í samband við korona-kreppuna, úr gildi, og eitt nú fer lønarískoytisskipanin hjá ALS úr gildi á midnátt í kvøld, nú 1. september er í morgin. Eitt annað, sum eisini fer úr gildi, er heimildin hjá landsstýrismanninum við vinnumálum, Helga Abrahamsen, við kunngerð at gera av, nær skeinkistøð skulu lata aftur.

Men, ætlanin er at leingja ta kunngerðina.

- Ja, henda kunngerð fer eisini úr gildi nú á midnátt. Tað er soleiðis, at vit hava eina lóg, sum gevur mær heimild til at lýsa kunngerðina, og bæði lógin og kunngerðin, sum er brúkt til at avmarka upplatingartíðirnar, fara úr gildi á midnátt í kvøld, sigur Helgi Abrahamsen við FM1 á middegi í dag.

Men, hevur tað ikki verið ætlanin hjá landsstýrinum at leingja hesar heimildir?

- Jú, tað er eitt uppskot í løgtinginum um leingjan, men tað verða nakrir dagar ímillum, har eingin lóg og eingin heimild er til at avmarka upplatingartíðirnar. Men, hetta hevur heldur ongan praktiskan týdning í løtuni, tí eg ætli mær ikki at brúka hesa heimild, soleiðis sum støðan er í løtuni.

Helgi Abrahamsen vísir á, at soleiðis, sum støðan er nú, er gott tamarhald á smittuni. Tískil kunnu vit siga, heldur landsstýrismaðurin, at vit eru í tí støðu nú, sum vit vóru í, áðrenn vit brúktu hesa heimild.

- Tað vísti seg eftir ólavsøku, at vit aftur fingu stór smittutøl. Hetta órógvaði, og vit gjørdust eitt sindur stúrin fyri, hvat hetta nú fór at føra til. Tí hildu vit tað vera neyðugt at traðka á bremsuna. Nú haldi eg, at vit eru komin framvið hesi kreppu - í hesum umfari, og tískil ætli eg mær heldur ikki at brúka eina møguliga nýggja kunngerð nú.

Landsstýrismaðurin vísir á, at um vit hyggja nakað frameftir, sær landsstýrið fyri sær, at jólafrokostar koma at verða í november og desember, samstundis sum fólk koma úr útlondunum. - Sjálvandi skulu vit ansa eftir, hvat fer at henda tá. Vit mugu bara síggja, hvussu verður – og so taka eina støðu út frá tí, sum vit tá síggja.

Eftir uppskotinum um nýggja heimild til landsstýrismannin at avmarka upplatingartíðina hjá skeinkistøðum, er ætlanin, at henda skal verða galdandi fram til endan av desember.

- Ætlanin hjá landsstýrinum er, at vit skulu hava hesa heimild alt árið 2020. Men, her er talan um tvey ting. Eitt er heimildin at steingja, og annað er ein onnur heimild til at avmarka talið av fólki, sum kemur saman.

Helgi Abrahamsen sigur, at hann stúrir ikki fyri, at fólk á sama arbeiðsplássi savnast, tá hetta eru fólk, sum arbeiða saman hvønn dag. Me tað, sum hann ræðist meira, er, tá fleiri fyritøkur sláa seg saman til ein stóran jólafrokost.

- Tá kundi ein slík heimild verið brúkt, har sagt varð, at vit velja at avmarka talið av fólki, sum kemur saman. Ein annar møguleiki hevði verið at gjørt avtalu við matstovur um ikki at skipa fyri ov stórum tiltøkum. Hetta er í síðsta enda ein spurningur um at brúka vit og skil, heldur landsstýrismaðurin fyri í samrøðu við FM1 í dag.