Fleiri søgur ganga um, at Khamis Gaddafi er deyður eftir at ein libyskur pilotur vendi flogfari sínum við og rendi tað niður í Bab-al-Aziziya kasernuna, har Khamis var. Khamis Gaddafi hevur fingið eina serdeild uppkallaða eftir sær og hevur staðið á odda í stríðnum móti uppreistrarmonnunum, og er sambært fleri heimasíðum deyður av brandsárum.
Hann varð eftir øllum at døma illa særdur, tá ein flogskiparin í libyska flogvápninum rendi flogfar sítt niður í Bab-al-Aziziya kasernuna, har Khamis var staddur saman við slektningum.
Tað er ikki greitt, nær hetta skal vera hent. Summar heimasíður skriva leygardagin, meðan aðrara siga týsdagin, millum aðrar ein, ið bar tíðindini longu mikudagin.
Politiken.dk skrivar, at tað ikki ber til at fáa søguna váttaða, sum sannlíkt skal vera við til at hækka moralin hjá uppreistrarmonnunum.
Søgan er heldur ikki upptikin av stóru altjóða tíðindastovunum enn, men eitt nú bretska Times Online endurgevur arabiska vinnusíðuna Arabian Business fyri upplýsingarnar.
Sambært Arabian News hevur sjúkrahúsið, har Khamis varð viðgjørdur, verið undir sterkari verju, meðan hann varð viðgjørdur.
Eisini libyska heimasíðan, Almanara Libya ? ikki at blanda við Almanara sv-støðina hjá Hizbolla ? sigur frá um deyðsfallið á sínum Twitter profili.
Sambært álítandi keldum til Alamanara er Khamis Gaddafi deyður sunnudagin eftir umfatandi brandsárum frá einum álopi, sum ein libyskur flogskiparin framdi móti Bab-al-Aziziya fyri nøkrum døgum síðani, skrivar heimasíðan.