Í summar varð spæliplássið í Søldarfirði sett í stand. Hetta varð gjørt við hjálp frá Runavíkar kommunu og ikki minst bygdafólkinum.
- Tvær smáttur eru settar upp. Onnur er bygd á Tekniska Skúla í Klaksvík, og bygdamenn í Søldarfirði hava gjørt hina.
Runavíkar kommuna sigur, at ein ætlan er gjørd fyri spæliplássið og økið uttanum.
- Gøtur skulu gerast í viðarlundini, el skal leggjast, grillstaður skal gerast, og skeltir við gomlu staðarnøvnunum í bygdini skulu setast upp.
Í Runavíkar kommunu eru tey væl nøgd og halda, at hetta økið nú er vorðið ein sonn perla, sum er við til at skapa trivna í kommununi.








