Hans Jacob, Hans Jakku hjá Dáva, sum vit vanliga rópa hann, sipar til viðalundina úti í Grøv í Klakksvík.
Í 17 ár var Hans Jakku býargartnari hjá Klaksvíkar Kommunu. Seinasta leygardag vóru hann og konan Anna, saman við øðrum, úti í Grøv, og hugnaðu sær í avbera góða veðrinum.
Áðrenn vit vita av, liggur Hans Jakku á knæ og roytir gras rundan um eitt træ. Hans Jakku greiðir frá, at hitin í jørðini verður áleið 6 stig hægri, tá reint er rundan um træið. Tað er umráðandi at reinsa væl rundan um trøini, tí her er so knípið við hita hjá okkum, sigur hann.
Hans Jakku hevur ikki útbúgving sum urtagarðsmaður, men hevur frá tí hann minnist verið hildin til urtagarðsarbeiði.
- Eg mundi ikki vera meiri enn eini 5 ára gamal, tá eg varð sendur út í urtagarðin at lúka ókrút. Mamma mín, Armgarð, hevði stóran áhuga í blómun og vit høvdu ein serstakliga vakran urtagarð, sigur Hans Jakku.
Tað bæði sæst og hoyrist, at Hans Jakku elskar hetta plássið, sum hann, saman við øðrum, hevur nýtt so nógvar tímar upp á at fáa so vakurt.
Eitt paradís
Og rætt hevur Hans Jakku, viðalundin úti í Grøv er ein sonn perla, helst tað vakrasta plássið í Føroyum.
Um summarið er viðalundin eitt satt paradís fyri børn og vaksin. Vøkru áirnar, sum nú eru reinsaðar og lagaðar við steinum framvið, eru eitt elskað stað hjá børnunum at vassa í.
Uppeftir bakkanum vaksa trø av ymsum slagi og framvið áarbakkanum vakrar blómur. Um ánna ganga brúgvar, sum næmingar á Tekniska Skúla hava gjørt.
Umframt at vera eitt útferðarstað hjá familjum við børnum, er ikki óvanligt, at viðalundin er karmur um brúðarvígslur. Av sonnum eitt romantiskt stað at verða vígdur.
Summarmáladag verður altíð skipað fyri hugnaløtu har røða eisini verður hildin. Grillir verða settar upp og um kvøldið plagar onkur tónleikabólkur at spæla.
Hóast áarførið fyrraárið gjørdi stóran skaða, hevur tað eydnast at fáa alt at síggja eins vakurt út og tað gjørdi frammanundan.
Søguligt stað
Vit vendu okkum til Jógvan Lützen, sum í 8 ár var formaður í mentunarnevndini hjá Klaksvíkar Býráði. Jógvan er sonur Hans Lützen, sum var útbúgvin urtagarðsmaður. Tað er tí ikki so løgið, at Jógvan hevur eitt serstakt hjartalag fyri viðalundini úti í Grøv. Jógvan greiðir soleiðis frá.
- Í 1980, meðan Jógvan Isaksen sat sum býráðsformaður, varð økið úti í Grøv skógarfriðað.
Tað var Lions Club í Klaksvík, sum hevði sett fyrstu trøini niður.
Jógvan sigur, at grøvin á mangar mátar er eitt søguligt og serstakliga áhugavert stað. Her vaksa trø, sum ikki vaksa aðrar staðir í Evropa; tað er Eldlandsbókin, sum er fingin úr Eldlandi, sum liggur suðuri ígjøgnum í Suður Ameriku. Úr allari Evropu og aðrar staðir við, koma botanikarar at vitja viðalundina úti í Grøv.
Fyrstu uttandura svimjihyljarnir í Føroyum finnast úti í Grøv. Teir vóru lagaðir við gróti, men seinni varð betong stoypt uttan um. Ætlanin er, at hyljarnir skulu varðveitast. Eitt hugskot er at taka betongið av, so hyljarnir koma at síggja út, sum teir gjørdu upprunaliga.
Her finnast eisini toftir, sum enn ikki eru útgrivnar. Tað er ikki heilt greitt hvussu gamlar tær eru, men roknað verður við, at tær stava frá víkingatíðini.
Tað verður framhaldandi arbeitt við at fríðka um viðlundina og gera hana til eitt gott útferðarstað.
Spennandi verður at síggja, hvussu hendan perlan - "norðuri í myrkrinum" - fer at gerast enn vakrari enn hon er í dag.
Viðalundin úti Grøv í Klaksvík er avgjørt verd eina vitjan.